Forsíða       Arbeiðsrástevnur       Lurtivarðhald       Ráðstevnukalendari       Tilfar       Leinkjur       Um NOV       Limaskapur í NOV

 

                    
 
 
 Farin tiltøk í 2016:
Starvsmannafelagið, Tórshavn
19. oktober 2016

Ósjónligir fótonglar á tínum arbeiðsplássi

Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir og undir vatnskorpuni.

Hvat eyðmerkir starvsfólkabólkar, har einstøku starvsfólkini eru bundin hvør at øðrum fyri at kunna loysa felagsuppgávuna. Hvat er sjónligt og felagsvitan, og hvat er undir yvirflatuni, sum er trupult at viðgera, tá ið tað sjáldan ber til ella verður at tosa um tað.

 

Starvsmannafelagið, Tórshavn
02. november 2016

Óklárir leiklutir sum verjumekanismir

Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir og undir vatnskorpuni.

Á arbeiðisplássum verður ofta sagt: "Leiðslan má lýsa, hvørjar væntanir hon hevur til mín leiklut her á staðnum..."

Og ofta hendir júst tað: Leiðslan lýsir og lýsir, men starvsfólk blíva við at hava eina fatan av, at leikluturin er ógreiður, og tey vita ikki, hvat tey skulu gera...

við Gjógv
24. - 27. februar 2016

Skandinavisk
Arbeiðsráðstevnan

Magt & Modstand under Forandring
Skandinavisk arbejdskonference om autoritet, organisation og ledelse.

Les meira um farnar arbeiðsráðstevnur niðanfyri.

 

© NOV - Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki, 2016.
 

Komandi tiltøk

Maj 2017:
Seminar við Eva Worm (DK)
Organisation som Fængsel & Fængsel som Organisation.

Meir um hetta seinni.

Januar 2018:
Lurtivarðhald 2018

 


Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki


NOV
varð stovnað 9. november 2010, og skipaði fyri tí fystu Gjáararbeiðsráðstevnuni í februar 2011.

Endamálið við felagnum er at menna førleikarnar hjá ábyrgdarpersónum í føroyska samfelagnum at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatiónssálarfrøðina í teirra dagliga yrki, til frama fyri arbeiðsgleðina og effektivitetin á føroyskum arbeiðsplássum.

Hetta verður m.a. gjørt við at fyriskipa bólkarelatiónsráðstevnur, lurtivarðhald, temadagar, kunningarátøk og samsvarandi virksemi.