
Sjónliga og ósjónliga lívið í organisatiónum,
deildum og arbeiðsbólkum
Teoriseminar innan psykodynamiska
systemteori við praktiskum verkstovum
Í heyst
skipar NOV fyri tveimum teoriseminarum, har vit við
teoretiskum uppleggum og praktiskum verkstovum kasta ljós á
ymisk evni innan organisatiónslívið, sæð frá einum
psykodynamiskum sjónarhorni.
Bert fá pláss
eftir!!
Ósjónligir fótonglar á tínum
arbeiðsplássi
19.
oktober 2016 kl. 13-16:
Hvat eyðmerkir
starvsfólkabólkar, har einstøku starvsfólkini eru bundin
hvør at øðrum fyri at kunna loysa felagsuppgávuna. Hvat er
sjónligt og felagsvitan, og hvat er undir vatnskorpuni, sum
er trupult at viðgera, tá ið tað sjáldan ber til ella
verður tosað um tað.
Fá innlit í psykodynamik,
rúm- og tolsemi, projektiónir og verjumekanismur og hvussu
hesi kunnu virka saman.
|
 |
|
Ógreiðir leiklutir
sum
verjumekanisma
02. november 2016 kl.
13-16:
Á arbeiðisplássum verður
ofta sagt: "Leiðslan má lýsa, hvørjar væntanir hon hevur
til mín leiklut her á staðnum..."
Og ofta hendir júst tað:
Leiðslan lýsir og lýsir, men starvsfólk blíva við at hava
eina fatan av, at leikluturin er ógreiður, og tey vita
ikki, hvat tey skulu gera.
Fá eitt psykodynamiskt
innlit í, hvat ið fer fram.
|
 |
|
Fá innlit í
hvat fyrigongur í tíni organisatión, deild ella arbeiðsbólki
undir yvirflatuni, og á hvønn hátt tað kann ávirka samstarvið
og arbeiðið við høvuðsuppgávuni.
Hvar
Tiltøkini verða
hildin í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum í M. A.
Winthersgøtu 1. í Tórshavn.
Kostnaður
Hvørt tiltak
kostar 600,00 kr. fyri hvønn luttakara.
Um tú teknar teg
til bæði tiltøkini, er kostnaðurin íalt 1000,00 kr.
|

Trýst á mynd fyri at vaksa
|
Tilmelding
Vinaliga tekna teg til luttøku við at fylla út
teigarnar niðanfyri.
Hvørt tiltak
kostar 600,00 kr. fyri hvønn luttakara.
Um tú teknar teg
til bæði tiltøkini, er kostnaðurin íalt
1.000,00 kr.
Um tú hevur
spurningar viðvíkjandi tiltøkunum, er tú vælkomin at senda
teldupost til
jherluf@gmail.com.
|
|
|
|
Komandi
tiltøk
19. oktober 2016:
NOV - Seminar
Starvsmannafelagið, Tórshavn
02. november 2016:
NOV - Seminar
Starvsmannafelagið, Tórshavn
11.
januar 2017:
Lurtivarðhald 2017
Hotel Hafnia, Tórshavn
|

Netsamstarv fyri
Organistiónssálarfrøði í Verki
(Netværkssamarbejde om anvendt organisationspsykologi)
NOV blev etableret den 9. november 2010, og afholdt den
første Gjáarkonference i februar 2011.
Foreningens formål er at støtte og udvikle kompetencer hos
beslutningstagere i det færøske samfund med hensyn til at anvende
psykodynamisk og systemteoretisk organisations-psykologi i sit
daglige virke, til gavn for arbejdsglæde og effektivitet på de
færøske arbejdspladser.
Det gøres bl.a. ved at arrangere grupperelationskonferencer,
lytteposter, temadage, oplysningsaktiviteter og lignende.
|
|