Um
Lurtivarðhaldið 2018
Lurtivarðhald ella Listening Post er eitt háttalag/metoda at kanna og
reflektera yvir einki minni enn Føroyar og heimin sum hann
er í
dag. Eitt lurtivarðhald gevur luttakarunum sum
samfelagsborgarar møguleika fyri at kanna og reflektera
yvir, hvat hendir í føroyska samfelagnum júst nú.
Hugskotið er
ment av OPUS (Organisation for Promoting
Understanding of Society) í London. Viðkomandi lurtivarðhald
er ein partur av einum størri, altjóða høpi av Listening
Posts, ið fer fram samstundis í fleiri enn 30 londum. Hvørt
lurtivarðhald verður samskipað av OPUS við tí ætlan, at
allar frágreiðingarnar frá luttakandi londunum verða samansettar í eina endaliga
frágreiðing sum staðfestir, hvussu ymisku altjóða luttakararnir
uppliva heimin anno 2018.
|
Lurtivarðhaldið byggir á ta áskoðan, at menniskju ið hittast
fyri at arbeiða í einum bólki, hava møguleika fyri at
staðfesta og eyðmerkja tilvitaði og ótilvitaði aspektir í
størri sosialum samanhangum. Eitt lurtivarðhald er tí sera
viðkomandi fyri at kunna menna eina greiðari fatan av
samfelagnum, sum liggur uttanfyri tann einstaka og
tí persónligu undranina.
Lurtiharðhald 2018 gevur tí tær og øðrum luttakarum
møguleikan fyri at deila upplivingar og royndir í teimum
rollum, sum vit sum samfelagsborgarar hava. Tú verður tí
boðin inn til í felag við onnur, at kanna tilvitaðar og
ótilvitaðar dynamikkir, sum í løtuni seta dám á okkara
samfelag júst nú.
Endaliga
frágreiðingin frá OPUS verður seinni útgivin sum tíðargrein
og kann takast niður á heimasíðuni hjá felagsskapinum (http://www.opus.org.uk).
Eitt
lurtivarðhald er eitt non-profit tiltak og hevur NOV
skipað fyri tiltakinum síðani 2009.
|
Arbeiðsháttur
Eitt
lurtivarðhald er býtt upp í 3 partar:
I. Orðaskifti um aktuellar royndir
Luttakararnir skulu eyðmerkja, seta orða á og kanna
sínar royndir (erfaringar) í ymisku rollunum sum
samfelagsborgari, eitt nú sum arbeiðandi, lesandi,
arbeiðsleysur, pensionist etc. Í sama hátt galda royndir
frá eitt nú politiskum og átrúnaðarligum samanhangi ella
frá familju og lokalsamfelagnum, sum kunnu eyðmerkja
tann "sosiala" ella "uttara" heimin hjá luttakarunum.
II. Staðfesting av høvuðsevnum
Luttakararnir eyðmerkja og staðfesta í felag tey
evni, sum í høvuðsheitum ganga aftur í 1. parti.
III. Analysa og felags hypotesir
Arbeitt verður við tí vitan sum er eyðmerk í 1. og 2.
parti, og fáa luttakararnir nú høvi til at lýsa
tilvitaðar og ótilvitaðar dynamikkir, ið gera seg
galdandi í samfelagnum í løtuni. Eisini verður roynt at
menna hugsanargrundarlag (hypotestir) um, hví júst hesir
dynamikkir gera seg galdandi og valda júst nú.
Allir luttakarar vátta við luttøku, at hesin
arbeiðsháttur er góðkendur undir tiltakinum.
|
|
Fyriskipan
Føroyska "Lurtivarðhald 2018" verður fyriskipað av Tóru
Petersen, Anniku Wardum Joensen og Jan Willemoes.
Eftirfylgjandi verður ein frágreiðing skrivað (3-5 A4
siður) og send til samskiparan av altjóða tiltakinum
"The World at the Dawn of 2018”, Lionel
Stapley.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við fyriskipararnar,
um tú hevur spurningar viðvíkjandi tiltakinum.

|

|

|
Tóra Petersen
Tlf. 220460
torapetersen@gmail.com |
Annika W. Joensen
Tlf. 221966
annika.w.joensen@gmail.com |
Jan Willemoes
Tlf. 211509
wille@olivant.fo |
|
Skrá |
14:30 - 14:45 |
Vælkomin og stutt intro |
14:45 - 15:45 |
Orðaskifti um aktuellar royndir (I) |
15:45 - 16:15 |
Kaffisteðgur |
16:15 - 16:45 |
Staðfesting av høvuðsevnum (II) |
16:45 - 17:30 |
Analysa og felags hypotesir (III) |
17:30 |
Avrunding |
|
|
|
|
Frágreiðingar |
Tú kanst lesa
frágreiðingar frá 2018 og undanfarnum Lurtivarhøldum her. |
|
|

AN ORGANISATION FOR PROMOTING UNDERSTANDING OF SOCIETY
skipar
í samstarvi við
fyri
LURTIVARÐHALDI
2018
viðvíkjandi
Føroyum
og heiminum
anno 2018
|
Netsamstarv fyri Organisationssálarfrøði í Verki. Endamálið við
felagnum er at menna førleikarnar hjá ábyrgdarpersónum í føroyska
samfelagnum at brúka psykodynamisku og systemteoretisku
organisatións-sálarfrøðina í teirra dagliga yrki, til frama fyri
arbeiðsgleðina og effektivitetin á føroyskum arbeiðsplássum.

OPUS
is an
organisation for
promoting understanding of society, is a UK based international
not-for-profit organization that is concerned with understanding
society and organizations within society.
We encourage a reflective understanding of societies by adopting
an approach based on Group Relations, Psychoanalysis & Systems
theory and practice.
Through a mainly experiential approach we provide Conferences,
Scientific Meetings, Workshops and Listening Posts that encourage
members to go beyond the obvious and to seek an understanding of
the underlying dynamics affecting societies.
Les meira um Opus á
https://www.opus.org.uk/
|
|