I Gränsland av
Tradition & Innovation
Om ledarskap och samverkan inom och mellan sociala system
AGSLO (Arbetsgruppen för studier
av ledarskap och organisation) bjóðar í samstarvi við Nordic
Group Relations Conference til árliga arbeiðsráðstevnu í Halden, ið
liggur á markinum millum Noreg og Svøríki.
Endamálið við ráðstevnuni er at kanna og eftirmeta tær
organisatiónspsykologisku prosessirnar, ið henda og fara fram
- innan og millum sosialar skipanir – meðan hesar fara fram.
Arbeiðsráðstevnan 2018 er sprottin
av nýggja samstarvinum millum felagsskapir í Norðurlondum, ið
arbeiða við organisatiónspsykologi og bólkarelatiónsráðstevnir og
er eitt framhald av sera væleydnaðu Gjáarráðstevnunum, ið NOV áður
hevur fyriskipað frá 2011 til 2016.
Sí meira um arbeiðsráðstevnur í
Føroyum
her.
Á markinum millum siðvenju og
nýmenning
Arbeiðsráðstevnan verður
hildin í stórslignum umhvørvi við munnan á Idefjorden - á markinum
millum Noreg og Svøríki - har grannalondini bæði hava havt fleiri
søgulig stríð - men eisini bygt brýr og slætta sjógvar. Í ár eru
júst 300 ár síðani, at Karl 12. av Svøríki bleiv skotin til deyðis
á skansanum við Fredriksten í Halden.
Støðið verður tikið í tí tíðarleysa
og siðbundna evninum hjá øllum organisatiónum: At fasthalda og
virðismeta tað verandi, men eisini at broytast við samtíðini. At
fasthalda sín grundvøll og flyta seg samstundis...
Leiðslur og organisatiónir nýta
nógva orku til at leiða og stýra samstarvið millum fjøltáttaðar
siðvenjur og ymiskleikar – kanska fyri at skapa nakað nýtt, nakað
øðrvísi, nakað betri? Hvørjar mekanismur eru tá í spæl: ágrýtni,
íbirting, framfýsni, ørkymlan, afturhaldni, mótstøða?
Ársins ráðstevna snýr seg um, hvussu
vit sum borgarar, leiðarar og starvsfólk kunnu uppliva, kanna og
skilja tað sum fer fram, tá ið tíðarinnar alda rennur saman við
nýggjar havstreymar.
Meira kunning
Les meira um Nordisk Grupperelationskonferens 2018
her.
Tilmelding fer fram á AGSLO heimasíðuni
her.
|