“Føroyar & Heimurin - nú 2022 byrjar”
Faroe Islands at the Dawn of 2022
|
|
Hvat er eitt lurtivarðhald
LURTIVARÐHALDIÐ hevur til endamáls at eyðmerkja viðurskifti,
sum rørast djúpt í samfelag okkara, og sum eru torfør at
seta orð á.
Tankin handan tiltakið er, at fólk verða sett í bólkar, at
arbeiða skipa og miðvíst við hesum endamáli, og soleiðis
eyðmerkja bæði tilvitað og ótilvitað aspekt úr størri
sosialum samanhangum. Vit “lurta djypri”! Á hendan hátt
kunnu LURTIVARÐHALD skapa og menna eina týðiliga fatan av
teimum samanhangum og sambondum, vit liva í.
Tiltakið fer fram í fleiri enn 30 londum í heiminum í senn
og hevur nógv ár á baki. Ein national frágreiðing verður
skrivað av hvørjum landi sær, og allar frásagnirnar verða
savnaðar í eini globalari frásøgn, ið verður
almannakunngjørd í tíðarritinum ”Organisational and Social
Dynamics”.
Tær nationalu og globalu frásagnirnar verða brúktar av
ríkisstjórnum, hugbankum, hægri læristovnum,
áhugafelagsskapum o.a.
|
Øll kunnu luttaka
LURTIVARÐHALDIÐ er fyri allar borgarar í føroyska
samfelagnum - óansæð aldur, kyn, starv, bústað, trúgv ella
kynsliga sannføring. Ynskiligt er at hava eina fjølbroytta
umboðan, soleiðis at samfelag okkara kann lýsast so breitt
sum gjørligt.
Um OPUS
Hugskotið er
ment av OPUS (Organisation for Promoting
Understanding of Society) í London. Endaliga
frágreiðingin frá OPUS verður seinni útgivin sum tíðargrein
og kann takast niður á heimasíðuni hjá felagsskapinum (http://www.opus.org.uk).
Eitt
lurtivarðhald er eitt non-profit tiltak og hevur NOV
skipað fyri tiltakinum síðani 2009. Tí kanst lesa
frágreiðingar frá undanfarnum Lurtivarhøldum her.
|
Arbeiðsháttur
Eitt
lurtivarðhald er býtt upp í 3 partar:
I. Tíðarbærar hugsanir og royndir verða skiftar
millum luttakarar (60 min.)
Vit eyðmerkja og tosa um tær royndir og upplivingar,
vit sum samfelagsborgarar hava í okkara ymisku
leiklutum, td. arbeiðandi, lesandi, arbeiðsleys,
pensioneraði osfr. Somuleiðis er uppgávan at deila og
skifta um royndir frá politiskum ella trúarligum
samanhangum, frá familjuni, felagsskapinum ella
lokalsamfelagnum. Og soleiðis seta orð á ta ”sosialu”
ella uttaru verðina, sum hon verður uppliva og fata hesa
løtuna - í byrjanin av 2021.
II. Staðfesting av høvuðsevnum (30
min.)
Luttakararnir eyðmerkja og staðfesta í felag tey
evni, sum í høvuðsheitum ganga aftur í 1. parti.
III. Greining og ger av hypotesum (45 min.)
Vit arbeiða víðari við tí, sum er komið fram undir øðrum
parti, og royna í felag at lýsa teir tilvitaðu og
ótilvitaðu dynamikkirnar, sum stýra okkara samfelag og
hugsan í løtuni. Vit gera hypotesur um dynamikkir, ið
liggja djypri og ávirka okkara samfelag. |
|
Fyriskipan
Lurtivarðhaldið 2022 í Føroyum verður leitt av Jóhannu
Andreasen, Poul Geert Hansen, Sannu á Løgmansbø og Annilisu
Arge Klevang.
Ein frágreiðing verður gjørd (3-5 síður), og send OPUS, og
samskiparanum av tí globalu verkætlanini "The World at the
Dawn of 2022” í London.
Kunning
Nærri tilmelding og kunning fæst við at venda sær til:
Annilisu Arge Klevang Tlf. 227031 ella novforoyar@gmail.com,
ella Niels Christian Nolsøe, formaður í NOV tlf 570905
Tíð og Stað
Lurtirvarðhaldið verður á Brúgvini á Hotel Brandan 12.
Januar 2022 kl 14.30 – 17.30
|
Skrá |
14:30 - 14:45 |
Vælkomin og introduktión |
14:45 - 15:45 |
Deiling og skiftan av royndum í leiklutinum sum
samfelagsborgari (I) |
15:45 - 16:15 |
Kaffisteðgur |
16:15 - 16:45 |
Staðfesting av høvuðsevnum (II) |
16:45 - 17:30 |
Greining og ger av hypotesum (III) |
17:30 |
Liðugt |
|
|
|
|
Tilmelding |
Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 6.
januar 2020 og skrásetur tú teg niðanfyri.
Kostnaðurin fyri luttøku er 200,00 kr og skal flytast á kontonr.
6460-9971639, viðmerk títt navn + LV2022. Tá talan
er um eitt non-profit tiltak, fer peningurin einans til
at fíggja lokalir, kaffi og afturvið.
Tak ein ókeypis gest við tær!
Vit heita á teg um at taka ein gest við tær, sum
luttekur ókeypis. Vit ynskja at flest møguligir bólkar í
føroyska samfelagnum eru umboðaðir – og tí er tað
ókeypis at bjóða einum gesti við, men tú verður
vinarliga biðin um at geva boð um hetta frammanundan.
|
|
|

AN ORGANISATION FOR PROMOTING UNDERSTANDING OF SOCIETY
skipar
í samstarvi við
fyri
LURTIVARÐHALDI
viðvíkjandi
Føroyum
og heiminum
nú 2022 byrjar
|
Netsamstarv fyri Organisationssálarfrøði í Verki. Endamálið við
felagnum er at menna førleikarnar hjá ábyrgdarpersónum í føroyska
samfelagnum at brúka psykodynamisku og systemteoretisku
organisatións-sálarfrøðina í teirra dagliga yrki, til frama fyri
arbeiðsgleðina og effektivitetin á føroyskum arbeiðsplássum.

OPUS
is an
organisation for
promoting understanding of society, is a UK based international
not-for-profit organization that is concerned with understanding
society and organizations within society.
We encourage a reflective understanding of societies by adopting
an approach based on Group Relations, Psychoanalysis & Systems
theory and practice.
Through a mainly experiential approach we provide Conferences,
Scientific Meetings, Workshops and Listening Posts that encourage
members to go beyond the obvious and to seek an understanding of
the underlying dynamics affecting societies.
Les meira um Opus á
https://www.opus.org.uk/
|
|