Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn
30 londum.
Eitt lurtivarðhald gevur luttakarunum sum
samfelagsborgarar møguleika fyri at kanna og
reflektera yvir, hvat hendir í føroyska samfelagnum
júst nú.
Hugskotið er ment av
OPUS (Organisation for Promoting Understanding of
Society) í London.
Í løtuni arbeiðir
NOV við
at gera endaligu føroysku frágreiðingina lidna, ið
seinni verður almannakunngjørd saman við altjóða
frágreiðingini hjá OPUS.
Skálavík 7. - 10. november 2019
Samdøgursstevna 2019
Innanhýsis
tiltak fyri NOV limir, ið var hildið í Skálavík 21. - 23. november
2019.
Høvuðstema á samdøgursstevnuni
hesaferð var: "Lívið í felagsskapum og minisamfeløgum - leiklutir,
autoritetur og legitimitetur hjá einstaklingum og bólkum".
Høvuðsuppgávan hjá luttakarunum var síðani at kanna hetta saman
við atliti til prinsippini um “Time, Task & Territory“.
Norðurlandahúsið, Tórshavn 1. oktober
2019
Verkstova 2019 Vantandi álit í bólkum og organisatiónum - -
hvussu ávirkar hetta samspæl, samstarv og
virkisføri?
Hevur tú royndir við, at ein
lutfalsliga løtt arbeiðsuppgáva dregur út orsakað av trekum
starvsfeløgum og vantandi avgerðum? Hvat gjørdi tú tá?
Fekst tú handlað? Ella lá tú
svøvnleys/ur, og megnaði ikki at loysa uppgávuna?
Hotel Hafnia, Tórshavn
9. januar
2019
Lurtivarðhald 2019
Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn
30 londum.
Eitt lurtivarðhald gevur luttakarunum sum
samfelagsborgarar møguleika fyri at kanna og
reflektera yvir, hvat hendir í føroyska samfelagnum
júst nú.
Hugskotið er ment av
OPUS (Organisation for Promoting Understanding of
Society) í London.
Fredriksten/Halden 7. - 10. november 2018
I Gränsland av
Tradition & Innovation
Om ledarskap och samverkan inom och mellan sociala system
AGSLO (Arbetsgruppen för studier
av ledarskap och organisation) skipaði í november 2018 í samstarvi við Nordic
Group Relations Conference til árliga arbeiðsráðstevnu í Halden, ið
liggur á markinum millum Noreg og Svøríki.
Endamálið við ráðstevnuni var at kanna og eftirmeta tær
organisatiónspsykologisku prosessirnar, ið henda og fara fram
- innan og millum sosialar skipanir – meðan hesar fara fram.
Norðurlandahúsið, Tórshavn
24.
mai 2018
Verkstova 2018
Vantandi álit í bólkum og organisatiónum - -
hvussu ávirkar hetta samspæl, samstarv og
virkisføri?
Endamálið við
verkstovuni er, at tú, sum luttakari skal fáa møguleika fyri
at uppliva og sannkenna, hvussu fokus á álit – og vantandi
álit! – ávirkar samspælið í bólkum og ímillum bólkar.
Hvønn
týdning hevur álit - og vantandi álit! - fyri tína egnu
uppliving av samspæli og samstarvi? Hvønn týdning hevur álit
– og vantandi álit! - fyri virkisførið hjá organisatiónini?
Hotel Hafnia, Tórshavn
10. januar
2018
Lurtivarðhald 2018
Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn
30 londum.
Eitt lurtivarðhald gevur luttakarunum sum
samfelagsborgarar møguleika fyri at kanna og
reflektera yvir, hvat hendir í føroyska samfelagnum
júst nú.
Hugskotið er ment av
OPUS (Organisation for Promoting Understanding of
Society) í London.
Lurtivarðhald 2018 var
hildið 10. januar 2018 við metstórari luttøku. Í løtuni
arbeiðir OPUS við at gera endaligu altjóða frágreiðingina
lidna.
Norðurlandahúsið,
Tórshavn
24. mai
2017
Organisation som Fængsel og Fængsel som Organisation
Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði
yvir og undir vatnskorpuni við undirheitinum.
Fullsett verkstova í
Norðurlandahúsinum tann 24. mai 2017 við Evu Worm, leiðara
fyri HR-strategi og menning hjá Kriminalforsorgini í
Danmark. LEs meira um verkstovuna og niðanfyri.
Hotel Hafnia, Tórshavn
11.
januar 2017
Lurtivarðhald 2017
Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn
30 londum.
Allir
samfelagsborgarar eru vælkomnir at luttaka og
eyðmerkja viðurskifti, sum rørast í samfelagnum, men
sum kunnu vera torfør at seta orð á.
"Okkum manglar ein
modernaðan Robin Hood, sum kann taka hond um gramleikan í
dagsins samfelagi.
Guð viti um Trump er tað nýggi Robin Hood?"
Millum annað soleiðis settu
luttakarar orð á nakað av tí, sum fer fram í dagsins
samfelagi.
Starvsmannafelagið, Tórshavn 02.
november 2016
Ósjónligir
fótonglar á tínum arbeiðsplássi
Spennandi
verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir og undir
vatnskorpuni.
Hvat eyðmerkir
starvsfólkabólkar, har einstøku starvsfólkini eru bundin
hvør at øðrum fyri at kunna loysa felagsuppgávuna. Hvat er
sjónligt og felagsvitan, og hvat er undir yvirflatuni, sum
er trupult at viðgera, tá ið tað sjáldan ber til ella
verður at tosa um tað.
Starvsmannafelagið, Tórshavn 19.
oktober 2016
Óklárir leiklutir sum verjumekanismir
Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir
og undir vatnskorpuni.
Á arbeiðisplássum verður
ofta sagt: "Leiðslan má lýsa, hvørjar væntanir hon hevur
til mín leiklut her á staðnum..."
Og ofta hendir júst tað:
Leiðslan lýsir og lýsir, men starvsfólk blíva við at hava
eina fatan av, at leikluturin er ógreiður, og tey vita
ikki, hvat tey skulu gera...
við Gjógv
24. - 27. februar 2016
Skandinavisk
Arbeiðsráðstevna 2016
Magt & Modstand under Forandring
Skandinavisk arbejdskonference om
autoritet, organisation og ledelse.
LURTIVARÐHALD Hotel Brandan
12. Januar 2022
kl. 14.30 – 17.30
Um NOV
Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki,
varð stovnað 9. november 2010, og skipaði fyri tí fystu
Gjáararbeiðsráðstevnuni í februar 2011.
Endamálið við
felagnum er at stimbra og menna førleikar at brúka psykodynamisku
og systemteoretisku organisatiónssálafrøðina í verki.
Hetta verður gjørt
við opnum og innanhýsis tiltøkum, m.a. lurtivarðhald, temadagar,
bólkarelatiónsráðstevnur, kunningarátøk og samsvarandi virksemi,
vanliga við virkislagaðum frálæruhátti.
Limaskap
í NOV?
Hevur tú hug
at gerast limur í NOV?
Les meira um okkara
viðtøkur og hvussu tú kanst gerast limur.